Verkætlanir

Kanna amboð og verkætlanir, sum Hugsa mennir og roynir.

Tøkt at brúka

Hugsa Vitlíki

Verkætlan · Vitlíkisamboð

Nýtslig vitlíkisamboð til veruligar uppgávur. Tú velur uppgávuna, leggur inn tað, sum hon krevur, og fær eitt úrslit, sum tú kanst rætta og brúka.

Vitja Hugsa Vitlíki

Royndarútgáva

Leiðvís

Verkætlan · Talgild vegleiðing

Leiðvís hjálpir tær at finna rætta framferðarháttin, tá tú skalt avgreiða ymisk praktisk viðurskifti. Byrja við tí, tú vilt gera, og fá vegleiðing um næstu stig, myndugleikar og almennar keldur. Leiðvís er enn í menning, so tænastan er ikki klár at brúka enn.

Vitja Leiðvís

Í roynd

Greitt

Verkætlan · Bókhald

Bókhald, stutt og greitt. Greitt er ein føroysk bókhaldsskipan til egið virksemi og smáar fyritøkur, gjørd at halda bókhaldið einfalt og hjálpa tær at síggja, hvat krevur tína uppmerksemi. Greitt verður roynt og er enn ikki opið fyri øllum.

Vitja Greitt

Tøkt at brúka

Hugsa Kontór

Verkætlan · Skrivstovutól

Samanber Excel-fílur og sí, hvat er broytt, ella kanna eitt Word-skjal, áðrenn tú sendir tað. Fílurnar verða verandi á tínari teldu.

Vitja Hugsa Kontór

Í roynd

Málkelda

Verkætlan · Mál og skjalfesting

Málkelda hjálpir KT-toymum at halda skil á tekstum, umsetingum og skjalfesting í teirra skipanum. Finn og rætta orðingar, eftirkanna broytingar og brúka góðkent innihald á einum stað. Tú kanst seta teg í samband her, um tú vilt hoyra meira um royndina.

Vitja Málkeldu

Royndarútgáva

Lógarinnlit

Verkætlan · Føroysk lóggáva

Lógarinnlit ger tað lættari at finna, skilja og kanna føroyska lóggávu. Leita í lógasavninum, finn viðkomandi ásetingar og tilvísingar millum rættarkeldur, ella spyr vitlíkið við støði í lógartekstum. Svarini hava keldutilvísingar, so tú sjálvur kanst kanna grundarlagið og fara víðari til upprunakeldurnar.

Vitja Lógarinnlit

Royndarútgáva

Tiltøk í Føroyum

Verkætlan · Tiltøk

Hjálpir tær at finna tiltøk eftir áhuga, staði og tíð.

Vitja Tiltøk í Føroyum

Fleiri verkætlanir verða vístar, tá tær eru klárar at brúka.